Í 2025 var úrslitið hjá Norðoya Sparikassa eitt avlop á 30,2 milliónir krónur eftir skatt.
Tað er nakað lægri enn árið fyri, har úrslitið var 47,9 milliónir krónur.
Lægri rentustøði og stakútreiðslur eru høvuðsorsøkirnar til lækkingina í úrslitinum, og er leiðsla samanumtikið nøgd við gongdina í fjør, skrivar Noroya Sparikassi í tíðindaskrivi.
Útlánini í fjør øktust úr 2,24 milliardir krónur upp í 2,34 milliardir krónur, sum svarar til ein vøkstur á 101 milliónir krónur ella 4,5%.
Innlánini øktust úr 2,72 milliardir krónur upp í 2,98 milliardir krónur, sum svarar til ein vøkstur á 253 milliónir krónur ella 9,3%.
Ábyrgdarpeningurin var 38,1 millión krónur við árslok 2025 og er á sama støði sum árið fyri. Mælt verður til, at ábyrgdarpeningurin verður rentaður við 5% í 2025, og miðað verður eftir somu rentu í 2026, skrivar peningastovnurin.
Tá sæð verður burtur frá virðisjavnan og niðurskrivingum, var grundraksturin hjá sparikassanum 34,6 milliónir krónur í 2025, ið verður mett at vera nøktandi.
Sparikassin hevur framvegis gott gjaldføri og góðan kapital.
Lyklatalið fyri gjaldførið var 401% í mun til lógarkravda gjaldførið á 100%.
Kjarnukapitalurin var 30,2% í mun til samlaða kapitalkravið á 21,5%. Harvið var kapitalyvirdekningurin 8,7%-stig, ið svarar til umleið 121 milliónir krónur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald