Fyrsta staklag teirra, "Kamarið" varð sera væl móttikið, og varð m.a. kosið ársins útverpashitt av lurtarum hjá Kringvarpinum, umframt at bólkurin vann áhoyraravirðislønina á ársins FMA. Fríggjadagin gav Tøgn út enn eitt staklag.
Nýggja lagið ber heitið "Sig mær":
Síðan fyrsta slaglagið varð givið út á vári í fjør, hevur bólkurin eisini fingið ein lim afturat.
Tøgn er nú mannaður av Beinir Troest, Bárði Petersen, Filip Zachariassen og Jónasi Gaard.
Felags fyri allar limirnar í bólkinum er, at teir eru útisetar, og tað er eisini tað, sum nýggja staklagið snýr seg um - at leingjast heim til Føroya.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald