Uttanlands

– ST samstarvar við friðarráðið hjá Trump

Málið hjá sonevnda Board of Peace um at stuðla enduruppbygging av Gaza er kærkomið, men alt annað er ein persónlig verkætlan hjá Trump, sigur ST-aalskrivarin, António Guterres

António Guterres, ST-aðalskrivari (Savnsmynd)

António Guterres, ST-aðalskrivari (Savnsmynd)

2026-03-21 10:49 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

ST samstarvar við amerikanska forsetan, Donald Trump um friðarráð hansara, sonevnda Board of Peace, sigur ST-aðalskrivarin, António Guterres.

Guterres sigur, at hann heldur tað vera kærkomið, at friðarráðið hevur eitt mál um at stuðla einari enduruppbygging av Gaza, men eftir at tað er gjørt, sær hann ongan  tørv á friðarráðnum.

– Alt annað er ein persónlig verkætlan hjá Trump forseta, har hann hevur fult ræði á øllum.

– Tað er ikki tann rætti mátin at handfara teir dramatisku trupulleikarnar, vit standa við nú. Vit noyðast at vera greið um altjóða lóg og greið um virðini í ST-sáttmálanum. Tað er heilt grundleggjandi í einhvørjum friðararbeiði, sigur Guterres við Politico.

Guterres sigur, at hann hevur ikki tosað við Trump síðan kríggið í Iran byrjaði 28. februar, men hann hevur tosað við onnur í umsitingini hjá Trump.

Friðarráðið varð stovnað á World Economic Forum í Davos í januar av Donald Trump og leiðarum úr umleið 20 øðrum londum. Í løtuni hevur ráðið 27 limir.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder