Ronnie er aftur aktuellur við nýggjum lagi.
Lagið "90’ini (Níti‑barn)" er ein persónlig og sjálvironisk frásøgn um at vaksa upp í 90unum, vera komin upp um tey 40 og kenna eina longsul eftir eini farnari tíð, sigur Ronnie.
Sangurin byggir á minnir frá barnaárunum, á kærleikan til hiphop og rapp og á kensluna av at vera eitt níti‑barn. Við einum lættum og óhátíðarligum hugburði tekur Ronnie stigið inn í ein tónleikaheim, hann sjálvur ikki vanliga verður settur í samband við.
– Eg eri als ikki nakar rappari, men havi altíð havt hug at royna tað. Hetta lagið er ein leikandi og óhátíðarlig roynd at gera júst tað, sigur Ronnie.
"90’ini (Níti‑barn)" er tøkt á øllum vanligu tónleikapallunum, millum annað Spotify og YouTube.
Um lagið
Orð og lag: Ronnie Korsager Davidsen
Framleitt og ljóðblandað: Julian Andreasen
Beat‑framleiðsla: RP Beats
Sangur: Ronnie Korsager Davidsen
Mastering: Julian Andreasen
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald