Innanlands

Valplakatir tiknar niðir áðrenn illveðrið rakar

Sunnudagin verður boðað frá nógvum vindi, og tí er umráðandi at tryggja valplakatirnar

Ein tíð at seta upp og ein at taka niður, skrivar Eirikur í Jákupsstovu, landsstýrismaður og valevni fyri Tjóðveldi (Mynd: Eirikur í Jákupsstovu/Facebook)

Ein tíð at seta upp og ein at taka niður, skrivar Eirikur í Jákupsstovu, landsstýrismaður og valevni fyri Tjóðveldi (Mynd: Eirikur í Jákupsstovu/Facebook)

2026-03-21 14:53 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í morgin verður boðað frá nógvum vindi, og í hesum sambandi hevur verið heitt á fólk um tryggja leysar lutir og annað uttanfyri, m.a. valplakatirnar, sum eru at síggja kring landið í hesum døgum.

Les eisini: Løgreglan: Tryggið leysar lutir og ruddið órudd

Í innslagi í Degi og viku í gjár mælti Hanus Kjølbro, veðurfrøðingur valevnum til at taka valplakatir niður, áðrenn illveðrið rakar.

– Tað er kanska lættari at taka tær niður og hanga tær upp aftur mánadagin enn at fara og leita eftir stumpum, segði hann.

Og onkur valevni eru farin í gongd við at taka plakatir niður, m.a. Eirikur í Jákupsstovu, landsstýrismaður og valevni fyri Tjóðveldi.

Hann skrivar soleiðis á Facebook:

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

Spurningurin er so, um niðurtiknu plakatirnar koma uppaftur mánadagin. Fólkatingsval er longu týsdagin, og løgtingsval er hósdagin, so í komandi viku skulu allar plakatirnar kortini takast niður aftur.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder