Innanlands

Ringa veðrið ávirkar flogferðsluna

Flogfarið úr Keypmannahavn í kvøld er avlýst og eingin sigling er á suðuroyarleiðini í morgin

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2026-03-21 18:47 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Ringa veðrið sum er fráboðað at vera serliga í nátt og í morgin ávirkar longu nú flogferðsluna.

Kvøldarflogfarið úr Keypmannahavn, sum skuldi lenda klokkan 19:50 er avlýst, og kemur seinnapartin í morgin í staðin.

Hjá Strandferðsluni eru eisini avlýsingar. Í morgin er eingin sigling á suðuroyarleiðini og heldur ikki millum Gamlarætt og Hest og Sand og Skúvoy.

Síggj veðrið her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder