- Tað merkist ógvuliga væl, at valvikan av álvara nærkast. Tað er nakað serligt yvir hesum.
Hetta kundi Barbara Holm staðfesta, stutt eftir at ábyrgdarstjórin og journalisturin á Frihedsbrevet hevði verið orðstýrari til kjakumfar á Reinsarínum, har tað var meira enn fullsett.
Frihedsbrevet skipaði fyri valfundinum, har tvey umfør vóru: Fyrst um búskaparstøðuna og raðfestingar og síðani um fosturtøku.
Sambært Barbaru Holm er høvuðsevni í valstríðnum tó eitt evni, sum var á breddanum her í síðstu viku - og sum eisini hevur verið nógv frammi serliga seinastu vikuna: Bústaðartrupulleikan
- Tað er eyðsæð ein vaksandi trupulleiki og nakað, sum man vil hava svar uppá.
Vit fingu eisini ábyrgdarstjóran at seta orð á, hvat kann væntast í næstu viku; tað er meira óútrokniligt enn vanligt vegna so nógvar leysar atkvøður og tvey val so tætt á hvønn annan.
Sì video ovast
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald