2026-03-22 07:42
Sum væntað hevur Strandferðslan boðað frá fleiri avlýsingum í dag vegna veður.
Tað er eingin sigling á Suðuroyarleiðini, og heldur ikki á leiðunum millum Sand og Skúvoy og Gomlurætt og Hest.
Eisini boðar Strandferðslan frá, at fyribils er eingin koyring á bygdaleiðunum 100, 300, 400, 410, 500, og 650.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald