Innanlands

21 fráboðanir um stormskaðar

Í Klaksvík var Christian í Grótinum við at slíta seg leysan – Annars komu nakrar fráboðanir um valplakatir, sum høvdu fingið skaða ella vóru farnar í vindinum

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2026-03-22 09:30 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Nógvi vindurin í nátt og í morgun hevur elvt til nakrar skaðar, og higartil hevur løgreglan fingið 21 fráboðanir um stormskaðar, uplýsir vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn í morgun.

Talan hevur sum heild verið um smærri skaðar. Tað mest álvarsliga var, at Christian í Grótinum, sum var við bryggju í Klaksvík var við at slíta seg leysan, og varð bjargingarbáturin Ziska boðsendur at hjálpa.

Annars vóru fráboðanir um takplátur og annað, sum var farið í vindinum.

Undan storminum var m.a. heitt á valevni um at tryggja valplakatirnar ella at taka tær niður, og nógvar plakatir vórðu tiknar niður, áðrenn illveðrið rakti. Løgreglan fekk tó tríggjar fráboðanir um plakatir, sum vóru farnar á flog ella høvdu fingið skaða. Tær fráboðanirnar komu úr Havn og Gøtu.

Annars eru fráboðanir serliga komnar úr norðurøkinum, sigur vaktleiðarin.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder