Uttanlands

Kanning: Meirilutin ikki nøgdur við svarini hjá norsku krúnprinsessuni

Í samrøðu hósdagin tosaði norska krúnprinsessan um sambandið við Epstein, men meirilutin er ikki nøgdur við svarini – Yvir 40 prosent av fólkinum heldur heldur ikki, at hon er skikkað at verða drotning

Haakon krúnprinsur og Mette-Marit krúnprinsessa (Mynd: EPA)

Haakon krúnprinsur og Mette-Marit krúnprinsessa (Mynd: EPA)

2026-03-22 12:35 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Hósdagin varð ein 20 minuttir lang samrøða við norsku krúnprinshjúnunum, Haakon krúnprinsi og Mette-Marit krúnprinsessu víst á NRK. Í samrøðuni tosaði krúnprinsessan um samband sítt við deyða kynsbrotsmannin Jeffrey Epstein, men meirilutin av fólkinum er ikki nøgdur við svar hennara.

Les eisini: – Eg bleiv villeidd av Epstein

Tað vísir ein spurnakanning, sum er gjørd fyri norska VG og Aftenposten.

Av teimum 668 spurdu, hildu umleið 70 prosent, at svarini hjá krúnprinsessuni ikki vóru nøktandi.

Umframt hetta søgdu 47 prosent av teimum spurdu eisini, at Mette-Marit krúnprinsessa ikki er skikkað til at verða drotning.

Ein kanning er eisini gjørd fyri Nettavisen, har umleið 42 prosent av teimum spurdu søgdu, at krúnprinsessan er ikki skikkað til at verða drotning. 31 prosent søgdu tað øvugta.

Sambært kanningini, har umleið 1.000 fólk vórðu spurd, svaraðu 80 prosent, at tey halda, at Haakon krúnprinsur fer at klára seg væl sum kongur.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder