Í tíðarskeiðnum februar 2025 til januar 2026 innfluttu føroyingar vørur fyri nærum 11 milliardir krónur, sum eru ein vøkstur á knappar 750 milliónir krónur - ella 7,4 prosent í mun til undanfarnu 12 mánaðirnar, skrivar Hagstovan.
Innflutningsvirðið á øllum vørubólkum, uttan bólkunum "brennievni og aðrar oljur" og "ídnaðarvørur flokkaðar eftir ráevni", vaks seinasta árið.
Innflutningur av matvørum er vaksin næstan 126 milliónir krónur - ella 5,5 prosent, og innflutningsvirðið á djóra- og plantuoljum er vaksið góðar 377 milliónir krónur. Tað er serliga innflutningsvirðið á lýsi, sum er vaksið.
Meira er innflutt úr øllum heimspørtum uttan Afrika, og innflutningurin úr ES er vaksin knappar 480 milliónir krónur - 9,9 prosent.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald