Uttanlands

USNS Mercy komið á skipasmiðju í Portland

Tað vakti ans, tá amerikanski forsetin í februar segði, at amerikanska sjúkrahússkipið var ávegis til Grønland

USNS Mercy (Mynd: EPA)

USNS Mercy (Mynd: EPA)

2026-03-22 19:28 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Amerikanska sjúkrahússkipið USNC Mercy er komið til eina skipasmiðju í Portland í amerikanska statinum Oregon.

Tað vakti ans, tá amerikanski forsetin, Donald Trump í februar skrivaði á sínum egna sosiala miðli, Truth Social, at eitt amerikanskt sjúkrahússkip var ávegis til Grønlands at taka sær av teimum mongu sjúku, sum sambært Trump ikki fáa nøktandi hjálp í Grønlandi.

Síðst í februar mánað loysti skipið frá bryggju í býnum Mobile í statinum Alabama, har skipið hevði verið til viðlíkahald. Síðani varð boðað frá, at skipið var statt í Karibiska havinum, og at endaliga ferðamálið hjá skipinum var ógreitt.

Hósdagin kom skipið so til Portland, har tað væntandi verður verandi í fleiri mánaðir, skrivar Ritzau.

Skipið, sum er eitt av tveimum sjúkrahússkipum í amerikanska flotanum, hevur 1.000 seingjapláss og 12 skurðstovur. Hitt amerikanska sjúkrahússkipið, USNS Comfort er framvegis í Alabama til viðlíkahald.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder