Innanlands

Valfundur í bygdahúsinum á Strondum mánakvøldið

Tórbjørn Jacobsen verður orðstýrari, og tað verður skipað sum gomlu valfundirnir. FM1 sendir frá fundinum í einum øki, har sóknast verður eftir størri umboðan á tingi

Torbjørn Jacobsen skal eisini lata hinum talutíð í bygdahúsinum(Mynd: Sverri Egholm)

Torbjørn Jacobsen skal eisini lata hinum talutíð í bygdahúsinum(Mynd: Sverri Egholm)

2026-03-22 19:01 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Seinasta valskeið hevur Eysturoyggin av álvara verið undirumboðað í Løgtinginum.  Bert tvey fólk, sum búgva í oynni, vóru millum tey 33, sum í fyrstu syftu vóru vald. Síðani hava millum annað Hanna Jensen verið inni sum eykafólk og onkur, sum býr úr høvuðsstaðnum men sum er úr Eysturoynni upprunaliga, hevur eisini verið tingfólk.

Tað hava tó ikki verið nógvir vælfundir í oynni, nú sóknast verður eftir størri umboðan á tingi. 

Í morgin, mánakvøldið 23. mars klokkan 20, verður tó spennandi valfundur í bygdahúsinum á Strondum.

- Valfundurin verður skipaður sum gomlu valfundirnir, har valevnini fáa høvi at greiða frá sínum sjónarmiðum og kjakast, umframt at lagt verður upp til at áhoyrararnir kunnu seta spurningar til pallborðsgestirnar, skrivar sjovar.fo.

Valevni á fundinum:

A: Bill Justinussen
B: Helgi Abrahamsen
C: Sigrun Jónsveinsdóttir
D: Claus Martin í Grund
E: Sigrid Jensdóttir Dalsgaard
F: Bjarni Kárason Petersen
H: Ólavur í Geil

[object Object]
Hesi valevnini luttaka (Mynd: sjovar.fo)

Orðstýrari verður Torbjørn Jacobsen: Borgarstjóri í Runavíkar kommunu, formaður í kommunufelagnum og fyrrverandi løgtings- og landsstýrismaður.

Aftaná fundin verður drekkamunnur við onkrum søtum afturvið, har fólk eisini fáa møguleikan at tosa við valevnini.

FM1 sendir beinleiðis frá fundinum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder