Mentan

Kongaligir tvíburðar fyrireika seg til konfirmatión

Vincent prinsur og Josephine prinsessa verða fermd í Fredensborg slotskirkju 18. apríl

Vincent prinsur og Josephine prinsessa við Fredensborg slotskirkju í dag (Mynd: Kongshúsið)

Vincent prinsur og Josephine prinsessa við Fredensborg slotskirkju í dag (Mynd: Kongshúsið)

2026-03-22 20:52 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Tað verður í Fredensborg slotskirkju, at Vincent prinsur og Josephine prinsessa verða fremd tann 18. apríl.

Í fyrireikingunum til konfirmatiónina hjá kongaligu tvíburðunum, vóru komandi komfirmantarnir í dag til gudstænastu saman við Margretu drotning.

Seinastu 100 árini eru tey kongaligu fermd í Fredensborg slots. Margreta drotning varð fermd har í 1955 og Fríðrikur kongur í 1981. Christian krúnprinsur og Isabella prinsessa vóru seinast fermd har í ávikavist 2021 og 2022.

Vincent prinsur og Josephine prinsessa eru fødd 8. januar 2011.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder