Innanlands

Pallborðsfundur: Hvussu við tónleiki og mentan?

Í kvøld skipar Tónleikasamband Føroya fyri pallborðsfundi í Reinsarínum

Tiltakið verður í Reinsarínum í kvøld klokkan 20

Tiltakið verður í Reinsarínum í kvøld klokkan 20

2026-03-23 10:09 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í kvøld skipar Tónleikasamband Føroya fyri pallborðsfundi um raðfesting av tónleiki og mentan til komandi løgtingsval.

Palborðsfundurin verður í Reinsarínum í kvøld klokkan 20.

Valevni frá teimum politisku flokkunum fáa møguleikan, at orða seg um tær raðfestingar, tey ynskja at gera fyri tónleika- og mentanarumhvørvið í Føroyum, verða tey vald.

Rólant Waag Dam verður orðstýrari og umboð fyri tónleika- og mentanarumhvørvið luttaka eisini í kjakinum, skrivar Tónleikasamband Føroya.

Tiltakið er alment, ókeypis og verður stroymt beinleiðis við ljóð og video.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder