Størsti skúlin í landinum, Skúlin á Fløtum, hevur havt í umbúna at seta á stovn móttøkuflokk, men av tí, at eingi høli eru til taks, er tilgongdin at seta á stovn móttøkuflokk steðgað.
- Vit ætlaðu at brúka eini ávís høli til móttøkuflokkin, men av tí at frítíðarskúlin eisini vantar høli, hevur Tórshavnar kommun tikið avgerð um, at frítíðarskúlin skal hava hølini, sigur Regin Marnersson, skúlastjóri við Skúlablaðið.
Umleið helmingurin av næmingunum, sum tørvar undirvísing í føroyskum sum annaðmál í Suðurstreymoy, eru í Skúlanum á Fløtum, ella á leið 80 næmingar.
Skúlastjórin býtir næmingarnar í tríggjar bólkar; ein bólkur er føroysk børn, sum eru vaksin upp uttanlands og sum hava brúk fyri einum skumpi í menningini at læra føroyskt betur, ein bólkur er børn av útlendskum uppruna, sum eru fødd og vaksin upp í Føroyum, men tosa ikki føroyskt raðið, og ein bólkur børn hjá útlendingum, sum nýliga eru komin til landið. Tað er hesi síðstu, sum sambært kunngerðini um føroyskt sum annaðmál lúka treytirnar at fáa undirvísing í móttøkuflokki.
Tá eingin móttøkuflokkur er, fáa næmingarnir undirvísing í smærri bólkum eftir tørvi og aldri.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald