Innanlands

Miðflokkurin stendur til at fara upp á trý tingfólk

Hetta er eitt fleiri, enn flokkurin hevur havt farna valskeið, og framgongdin er eisini greið í mun til kanningina 12. mars. Miðflokkurin hevur tikið eitt mandat frá Fólkaflokkinum og yvihálað Framsókn

Jenis av Rana og Steffan Klein Poulsen kunnu fáa ein afturat sær inn á ting til næsta valskeiðið (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Jenis av Rana og Steffan Klein Poulsen kunnu fáa ein afturat sær inn á ting til næsta valskeiðið (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2026-03-23 12:20 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað er ymiskt sum bendir á, at málið um forsturtøku fyllur nógv hjá nógvum. Hetta man ikki vera einasta orsøkin til framgongdina hjá Miðflokkinum, men flokkurin fekk í gjár sítt besta úrslit í einari spyr.fo kanning síðani løgtingsvalið í 2022.

Hesar eru gjørdar regluliga fyri Portalin seinastu árini, og sunnudagin 22. mars gjørdi spyr.fo eina kanning fyri Portalin og FM1, har millum annað spurt varð, hvønn flokk man ætlar at velja til løgtingsvalið hósdagin 24. mars.

700 fólk vórðu spurd, og óvissan er 2,9 prosent.

Sí eisini: Fólkaflokkurin missir undirtøku - men framvegis størstur

Tó stendur óvissan til at vera minni fyri Miðflokkin, hóast hetta er ein av smærru flokkunum. Nú er flokkurin tann størsti av teimum smærri flokkurin.

Í mun til løgtingsvalið í 2022, og í mun til seinastu kanning, hevur Miðflokkurin yvirhálað Framsókn, sum missir undirtøku í mun til valið í 2022 og til kanningina 12. mars. Listi F stendur á seks prosentum og tveimum tingfólkum.

Sí barometrið yvir veljarakanningar her

Sí eisini: Samskiftið millum meg og Jenis farið í ein keðiligan spiral

Flokkurin stendur nú til at fáa 7,4 prosent og tríggjar tingsessir. Hetta er ikki komið fyri í kanningunum hetta valskeiðið, men tað sást eisini hjá Lóðri í síðstu viku.

Miðflokkurin hevur havt tveir tingsessir hetta valskeiðið - Jenis av Rana og Steffan Klein Poulsen. Flokkurin vinnur sessin frá Fólkaflokkinum, í mun til seinastu kanning. 

Sí øll tølini frá nýggjastu kanningini her

Klokkan 15 vera tøl frá kanning av Fólkatingsvalinum tøk á Portalinum og at hoyra á FM1

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder