Hóast tað eru nógv, sum vísa lítlan áhuga fyri fólkatingsvalinum og siga seg ikki fara á val, so er áhugin ikki so lítil fyri fólkatingsvalinum. Tað vísir nýggjasta veljarakanningin, sum spyr.fo í gjár gjørdi fyri Portalin og FM1
Upp á fyrispurningin: “Hvussu vist er tað, at tú fert at velja til fólkatingsvalið 26. mars?” so svara heili 72 prosent at tey “heilt vist” fara á fólkatingsva.
Hetta skal síggjast í mun til, at valluttøkan á seinasta fólkatingsvali 31. oktober 2022 var 71,31 prosent.
Tey spurdu høvdu fimm ymiskar svarmøguleikar frá 1: “fari heilt vist IKKI á fólkatingsval” til 5: “fari heilt vist á fólkatingsval”. Sum sagt svaraðu 72 prosent 5 og 10 prosent 4. Tað bendir á, at 82 prosent av teimum spurdu sannlíkt fara á fólkatingsval.
Einans 6 prosent svara, at tey fyri vist ikki fara á fólkatingsval.
Um vit hyggja eftir veljarunum hjá teimum ymisku flokkunum, so eru tað sambandsveljarar og javnaðarveljarar, ið eru mest vísir í at fara á fólkatingsval. 86 prosent av veljarunum hjá báðum flokkunum vara fyri vist á fólkatingsval. Undarligt nokk, er tað eisini veljararnir hjá hesum flokkunum (frá løgtingsvalinum seinast), sum siga seg ikki fara á fólkatingsval hesaferð. Javnaðarveljarar 8 prosent og sambandsveljarar 6 prosent.
Upp á spurningin um valið er persónligt ella ikki, so svara 59 prosent av teimum spurdu, at tey velja persónligt tá tað snýr seg um fólkatingsvalið. 21 prosent siga seg velja flokkin, meðan tey seinastu 25 prosentini siga, at tað er ein kombinasjón millu persónin og flokkin.
Av teimum stóru flokkunum eru tað tey ið velja Javnaðarflokkin, sum í størsta mun velja persónligt (60 prosent), meðan tjóðveldisveljararnir velja minst persónligt (54 prosent).
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald