Innanlands

Valhølini lata upp klokkan níggju í morgin

Beint undir 39.000 fólk hava valrætt til fólkatingsvalið í Føroyum – FM1 sendir frá klokkan 10, og Portalurin ger nógv burturúr allan dagin

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2026-03-23 21:48 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

Tann fyrsti av tveimum stórum valdøgum í Føroyum hesa vikuna er á gáttini. Talan er um tað minna av hesum báðum valunum, men hóast tað, og hóast veljarakanningarnar peika rímiliga greitt á vinnararnar, so er spenningur í luftuni.

Tey 57 valstøðini lata upp klokkan níggju, og møguleiki er at velja í ellivu tímar – ein tíma longri enn til løgtingsvalið hósdagin, tá tað eitur kl. 10-20.

38.945 valkort eru gjørd í Føroyum. Síðani koma nøkur fá afturat, sum eru lesandi uttanfyri kongaríkið og sum hava søkt um at velja. Føroysk lesandi í Danmark sleppa ikki at velja føroysk fólkatingsumboð men kunnu velja í Danmark.

Harvið hava líka niðanfyri 39.000 fólk valrætt í morgin, týsdagin 23. mars. Talið á fólkatingsvalinum var 38.393. Tá vóru 71,3 prosent á vali.

Sí eisini: Beinleiðis á FM1: Kjak millum nøkur av høvuðsvalevnunum

Portalurin og FM1 gera nógv burturúr: FM1 sendir millum klokkan 10 og 17 við nógvum beinleiðis valtilfari og føroyskum tónleiki. Portalurin tekur pulsin allan dagin, við myndum, teksti og reaktónum. Vit fylgja sjálvandi valúrslitinum á mál í annaðkvøld.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder