Gamla Hospital skal brúkast til býarsavnið og skal eisini vísa fram gomlu hospitalssøguna í Føroyum.
Gamla Hospital er ein søguligur bygningur í einum søguligum parti av Havnini, har Müllers pakkhús og Skeiva pakkhús eru nærmastu grannar.
Kommunan hevur í eina tíð arbeitt við at finna eina loysn fyri býarsavnið, og hetta er eitt stig á leiðini at fáa eitt veruligt býarsavn í Havn, skrivar Tórshavnar kommuna.
Býarsavnið eigur nógvar lutir og nýggir lutir leggjast eisini afturat, og tí verður við tíðini neyðugt við einum størri býarsavni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald