USA og Ísrael hava lopið á yvir 9.000 mál í Iran, síðan kríggið byrjaði fyri góðum trimum vikum síðani.
Millum málini, sum eru rakt, eru hernaðarbygningar, loftverjuskipanir, rakettstøðir, skip og kavbátar, skrivar amerikanski herurin sambært Ritzau.
Tað var 28. februar, at USA í samstarvi við Ísrael fór undir álop á Iran. Hernaðaratgerðin hevur fingið heitið "Operation Epic Fury".
Sambært amerikanska forsetanum, Donald Trump varð farið undir álopini fyri at forða Iran í at gerast eitt kjarnorkuveldi. Undan álopunum vóru USA og Iran farin undir samráðingar um eina kjarnorkuavtalu.
Trump segði mánadagin, at USA og Iran hava havt nýggjar samráðingar, og eru partarnir samdir um fleiri "avgerandi punkt".
Keldur úr iranska stýrinum hava tó sagt, at tað eru ongar samráðingar millum londini í løtuni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald