Innanlands

Veðrið ávirkar siglingina hjá Strandferðsluni

Eitt nú eru tveir túrar á Suðuroyarleiðini og Nólsoyarleiðini avlýstir

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2026-03-24 07:16 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Siglingin hjá Strandferðsluni er framvegis ávirkað av veðrinum.

Túrurin hjá Smyrli av Krambatanga klokkan sjey og av Havnini klokkan 13 verða ikki sigldir í dag. Smyril siglir av Krambatanga klokkan 16 og av Havnini klokkan 19.

Á leiðini millum Gomlurætt og Hest verða túrarnir av Gomlurætt klokkan 9.05 og 14.35 og úr Hesti klokkan 9.20 og 14.50 heldur ikki sigldir.

Á Nólsoyarleiðini verður túrurin av Havnini klokkan 12.30 og úr Nólsoy klokkan 13 ikki sigldur.

Á leiðini millum Sand og Skúvoy vera túrarnir av Sandi klokkan 8.30 og úr Skúgvi klokkan níggju heldur ikki sigldir.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder