Klokkan níggju lótu tey 57 valstøðini upp kring landið.
Eitt teirra er tað í Klaksvík, sum er eitt av størstu valstøðum í landinum. Her hava 3.824 fólk valrætt í dag. Tað eru 19 fleiri enn fyri trimum árum og fýra mánaðum síðani.
Seinasta fólkatingsval, í november 2022, var vallutøkan 71 prosent. Tá fekk lokala valevni hjá Fòlkaflokkinum, Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir, 309 atkvøður. Hon er eitt av høvuðsvalevnunum hjá Fólkaflokkinum her og skal gera eitt kanónval, um lista A skal hava møguleika at koma inn á fólkating.
Formaður hennara, klaksvíkingurin Beinir Johannesen, og Sjúrður Skaale vóru í 2022 javnsettir nummar tvey í Klaksvík við 288 atkvøðum hvør.
Uppsetingin í KÍ-høllini er líknandi henni frá unfanfarnu valum, men nú eru nýtt gólv og nýggir benkur, so høllin er í heldur øðrvísi hami í ár.
Fleiri stóðu og bíðaði í góðveðrinum, tá valhølini lótu upp klokkan níggju, og síðani eru veljarar smátt um smátt komnir á staðið.
Sí myndir, sum Sverri Egholm tók beint eftir klokkan níggju niðanfyri:
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald