2026-03-24 11:12
Seinastu árini hava Aki-Matilda Høegh-Dam (vald inn fyri Siumut), og Aaja Chemnitz (Inuit Ataqatigiit) umboðað Grønland í Fólkatinginum, men hvørgin teirra stillar upp aftur.
Sostatt verða tað tvey nýggj umboð, sum verða vald í Grønlandi í dag.
Sambært grønlendska miðlinum Sermitsiaq stilla 27 valevni upp á fólktingsvalinum í Grønlandi, og tað eru metnógv.
Flokkarnir Inuit Ataqatigiit, Siumut og Demokraatit hava seks valevni hvør, Naleraq hevur fimm valevni, og Atassut hevur fýra valevni.
Á seinasta vali í 2022 stillaðu 15 valevni upp í Grønlandi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald