Aleksandr Lukasjenko, forseti í Hvítarusslandi vitjar eftir ætlan í Norðurkorea í vikuni.
Sambært norðurkoreanska statsmiðlinum KCNA er tað eftir innbjóðing frá norðurkoreanska leiðaranum, Kim Jong-un, at Lukasjenko kemur á vitjan.
Sambært miðlum, sum hava tilknýti til skrivstovuna hjá Lukasjenko vitjar hann í Norðurkorea mikudagin og hósdagin, skrivar Ritzau.
Endamálið við fundinum er at styrkja samstarvið millum londini, sum bæði hava stuðlað Russland undir krígnum móti Ukraina.
Russisk herfólk brúktu m.a. hvítarussiskt øki undir innrásini í Ukraina í februar 2022, og Norðurkorea hevur sent herfólk at hjálp russiska herinum.
Sambært vesturlendskum miðlum verður mett, at fleiri enn 6.000 norðurkoreansk herfólk hava latið lív undir krígnum í Ukraina.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald