Gøtufólk velja nú fast í Sarpugerði – vallutøkan væl hægri enn í 2022

Poula á Líðarenda, valforkvinna, fegnast um umstøðurnar í Víkingahúsinum. 25 prosent av teimum við valrætti í Gøtu høvdu greitt atkvøðu klokkan 15. Sí nakrar myndir og les støðulýsing úr Sarpugerði

2026-03-24 15:52 Author image
Agnar Prestá
placeholder

- Tað riggaði væl á kommunuvalinum í 2024, og her er gott at vera. Veljarar dáma tað, og eisini hugnaligt hjá okkum sum sita allan dagin.

Poula á Líðarenda er valstýrisforkvinna í Gøtu og fegnast um umstøðurnar í Sarpugerði. Í mun til seinasta fólkatingsval, og til fleiri onnur val, velja gøtufólk ikki í skúlanum við Gøtugjógv. Í november 2024 varð valstaðið á fyrsta sinni við fótbóltsvøllin í Norðragøtu.

Her hava lutfalsliga nógv verið á vali. Klokkan 15 var talið beint yvir 25 prosent av teimum við valrætti, tá brævatkvøður verða taldar við. Eftir seks tímar á fólkatingsvalinum seunast var valluttøkan 18,4 prosent. Harvið er talið hækkað við umleið sjey prosentum í hesum partinum av Eysturkommunu.

Hesin áhugin er, hóast einki umboð búsitandi í Gøtu stillar upp til fólkatingsvalið. Nøkur hava tó tilknýti, og í práti við Poulu á Líðarenda skilja vit, at valáhugin er hækkandi, nú eitt ógvuliga spenanndi val er hósdagin.

Valstýrið hevur eisini úr at gera, nú tvey val eru á skránni innan tríggjar dagar.

Sí nakrar myndir úr Sarpugerði, sum Sverri Egholm tók:


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder