Innanlands

Fimm nøvn mangla á miðflokkalistanum

Eitt mistak innanhýsis hjá Miðflokkinum hevur við sær, at øll valevnini ikki eru komin uppá listan til fólkatingsvalið í dag. Hetta varnaðist

Ætlanin var, at valevnislistin hjá Miðflokkinum skuldi vera longri enn hetta (Mynd: Frihedsbrevet)

Ætlanin var, at valevnislistin hjá Miðflokkinum skuldi vera longri enn hetta (Mynd: Frihedsbrevet)

2026-03-24 16:58 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Hjá veljarum ber í dag til at seta krossin við 11 valevni hjá Miðfokkinum. Hetta hóast flokkurin sjálvur sigur seg hava 16 valevni á listanum.

Frihedsbrevet skrivar, at feilurin er at finna í einum innnahýsis mistakið hjá Miðflokkinum. Forkvinnan í fólkatingsvalstýrisnevndini, Malan Johansen, sigur greitt, at listin við ellivu valevnum er tann listin, sum tey hav fingið frá Miðflokkinum og sum tey hava fingið aftur til góðkenningar.

Tey, sum mangla á seðlinum eru Bjørg av Rana Nietschke, Jann Johannesen, Rani Andrasson Skaalum, Sonni Jacobsen og Vilhelm Hendrik í Skálanum. Hetta eru fólk, sum Miðflokkurin annars hevur havt á sínum yvirliti yvir valevni hjá flokkinum.

Í Miðflokkinum varnaðist man ikki stóra mistakið fyrrenn í dag - Vilhelm Hendrik í Skálanum var í einum av umfarinum í fólkatingskjakinum í Kringvarpinum í gjár.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder