Hóast talan var um endurval til Sjúrð Skaale og Onnu Falkenberg, so gjørdist fólkatingsvalið í dag søguligt.
Hetta tí, at bæði Sjúrður Skaale og Anna Falkenberg tóku metið fyri persónligar atkvøður, sum Finnbogi Ísakson setti, tá hann einsamallur stillaði upp fyri Tjóðveldisflokkin í 1988 og fekk 4.422 persónligar atkvøður.
Sjúrður Skaale fekk eitt so mikið gott val, at hann ikki bara tók metið – hann næstan trífaldaði gamla metið. Sjúrður Skaale fekk 10.823 persónligar atkvøður á valinum í dag.
Hóast Sambandsflokkurin hesaferð lá væl aftan fyri fantastiska góða valið hjá Javnaðarflokkinum, so megnaði Anna Falkenberg eisini at taka gamla metið. Hon fekk 5.304 persónligar atkvøður.
Tað var rættiliga tíðliga í kvøld, at tað sást at alt bendi á afturval. Og tað vísti seg eisini beinanvegin at Sjúrður Skaale fór at fáa eitt óvanliga gott val. Hann gjørdist greiður toppskorari á næstan øllum valstøðunum.
Tá úrslitið var greitt um hálvgun ellivu tíðina í kvøld vísti tað seg, at Javnaðarflokkurin hevði fingið 13.072 atkvøður, svarandi til 44,9 prosent av atkvøðunum. Talan er um eina framgongd á 15,7 prosentstig í mun til seinasta val.
Honum á baki kemur Sambandsflokkurin við 7.341 atkvøðum, svarandi til 25,2 prosent – ein afturgongd í mun til seinast á 6,1 prosentstig.
Allir flokkar uttan Javnaðarflokkurin gekk aftur á valinum: Fólkaflokkurin fær 15,0 prosent (-1,0), Tjóðveldi 13,4 prosent (-5,4) og Miðflokkurin 1,5 (-3,2 prosentstig)
Sjúrður Skaale er fyrstvaldur við 10.823 atkvøðum. Signhild Vilhelmsdóttir Johannesen verður fyrsta eykafólk á listanum við 366 persónligum atkvøðum.
Anna Falkenberg er næstvald við 5.304 persónligum atkvøðum. Bárður á Steig Nielsen er næsti maður á listanum við 299 atkvøðum.
Jørgen Niclasen gjørdist toppskorari á fólkaflokslistanum við 691 atkvøðum, Høgni Hoydal á tjóðveldislistanum við 1.532 atkvøðum og Steffan Klein Poulsen á miðflokkalistanum við 139 atkvøðum.
Ein niðurstøða av valúrslitinum í kvøld er, at teir báðir flokkarnir, sum hava víst eina greiða ætlan fyri arbeiðinum á fólkatingi gjørdust vinnarar av fólkatingsvalinum, meðan flokkarnir, sum ikki greitt hava kunnað greitt frá hvørjar ætlanir teir høvdu við fólkatingssessinum, taptu valið í kvøld.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald