Føroyar valdu í gjár Sjúrð Skaale og Annu Falkenberg á fólkating. Bæði fingu eitt kanón val, men serliga Sjúrður Skaale slóð øll met við 10.823 atkvøðum.
Les eisini: Sjúrður sprongdi úrslitatalvuna
Tað er púra óhoyrt og klokkan 10 verður hetta eisini viðgjørt í sendingini "Føroyar hava valt" á FM1, har Árni Gregersen er vertur. Hann fær vitjan av nøkrum av limunum í "Stjórnini - politikkur á skák", sum taka samanum og eisini hyggja frameftir.
Seinnapartin seta vit veruliga sjóneykuna á løgtingsvalið, sum verður í morgin. Forfólkaumfarið byrjar klokkan 16, og allir flokkar eru umboðaðir við sínum forfólkum í stóra FM1-rásarúminum
Sendingarnar hoyrast á FM1, men vera eisini stroymdar við video her á Portalinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald