Seinastu tímarnar hevur verið sera hált kring landið, og í hesum sambandi hevur løgreglan skrásett onkur hálkuóhapp í norðurøkinum, har ein bilur m.a. var farin inní bilverjuna.
Óhappini høvdu bert við sær materiellan skaða og ongan fólkaskaða.
Nógvi vindurin, sum hevur verið seinastu dagarnar hevur havt við sær seinkingar í flogferðsluni, og stutt fyri klokkan trý í nátt lendi eitt flogfar hjá Atlantsflogi, sum skuldi verið lent stutt fyri klokkan 20 kvøldið fyri.
Í hesum sambandi var nakað av ferðslu á Sandavágshálsi í nátt, men tað var so hált, at fleiri bilar stóðu fastir. Á Gøtueiði var eisini sera hált, og har elvdi tað til trupulleikar, tá ein treylari stóð fastur.
Annars hevur verið friðarligt, sigur vakthavandi á løgreglustøðini í Havn, sum tó leggur afturat, at ein bilførari varð tikin fyri at koyra ov skjótt millum Fjarða í gjár.
Viðkomandi koyrdi 96 kilometrar um tíman, har mest loyvda ferðin er 80 kilometrar um tíman, og ta gevur eina bót.
Landsverk boðar í morgun frá hálku kring landið. Sí koyrilíkindini her.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald