Innanlands

Skopun tálmar ferðini við bungum

Hægst loyvda ferðin er 30 kilometrar um tíman inni í bygdini

(Mynd: skopun.fo)

(Mynd: skopun.fo)

2026-03-25 18:32 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Í dag eru fólk hjá Skopunar kommunu úti og festa vegabungur á vegirnar í bygdini.

Í fyrstu atløgu, verða bungur lagdar á Skúlavegin, Garðavegin, Tunguvegin og á Ognarvegin. Hetta er ein liður í at gera tað tryggari hjá øllum, sum ferðast, bæði til gongu og í ferðsluni, í Skopun, skrivar kommunan.

Fyrr í ár komu skeltir upp, sum vísa á, at tað einans er loyvt at koyra 30 kilometrar um tíman inni í bygdini. Á einum strekki á Tormansvegnum er tó loyvt at koyra 50 km/t.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder