Í gjár var val til Føroya Stiftsstjórn og Próstadømisráðið.
Kirkjuráðini kring landið hava á kirkjuráðsfundi farnu vikurnar valt við brævatkvøðu til bæði Føroya Stiftsstjórn og Próstadømisráðið, og í gjár vórðu atkvøðurnar taldar upp.
Atkvøðurnar til Føroya Stiftsstjórn fullu soleiðis:
Asbjørn Mikkelsen 150 atkvøður
Jens Jensen 130 atkvøður
Jónheðin H. Tróndheim 75 atkvøður
Listin 12 atkvøður
Tilsamans vóru 367 atkvøður, harav 2 vóru ógildar.
Sostatt gjørdist tað Asbjørn Mikkelsen, sum fekk flestar atkvøður, og sum kemur at umboða Føroya Stiftsstjórn saman við biskupi og politisk valda umboðnum komandi fýra árini.
Føroya Stiftsstjórn er evsti myndugleikin í fólkakirkjuni og telur tríggjar limir. Til valið í Føroya Stiftsstjórn skuldi eitt umboð veljast av kirkjuráðunum. Hitt umboðið er politiskt valt. Biskupur er føddur limur og formaður.
Atkvøðurnar til Próstadømisráðið fullu soleiðis:
Dagbjørt Ólavsdóttir Hansen 84 atkvøður
Edvard í Skorðini Joensen 73 atkvøður
Kathrina Lindenskov Holm 65 atkvøður
Ulla Bærentsen 61 atkvøður
Eghild Poulsen 38 atkvøður
Rakul í Gerðinum 31 atkvøður
Alis Højsted 12 atkvøður
Listin 3 atkvøður
Tilsamans vóru 367 atkvøður, harav tvær vóru ógildar.
Sostatt verða tað Dagbjørt Ó. Hansen, Edvard í Skorðini Joensen, Kathrina L. Holm og Ulla Bærentsen, sum saman við dómpróstinum, Mariu Jørðdal Niclasen, umboða Próstadømisráðið komandi fýra árini.
Próstadømisráðið telur fimm limir, harav dómpróstur er føddur limur.
Próstadømisráðið viðger eitt nú fíggjarætlanir hjá kirkjuráðunum og hevur tilmælandi leiklut í byggimálum í fólkakirkjuni í mun til Føroya Stiftsstjórn.
Til Próstadømisráðið skuldu fýra limir veljast.
Valluttøkan var góð. Øll 61 kirkjuráðini greiddu atkvøðu, skrivar Fólkakirkjan.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald