Onkur av teimum, sum bíða, høvdu staðið í ein tíma. Hetta tí, at fólk trúðu, at valhølini - eins og til fólkatingsvalið - lótu upp klokkan 9.
Men so er ikki. Klokkan 10 lat Jóan Petur Hentze, valstýrisformaður, dyrnar til ítróttahøllina upp, og so steymaðu fólk inn at velja.
Antin er hetta tekn um, at áhugin at velja er nógv størri í ár enn undanfarin val, ella er hetta tekn um, at fólk hava lurtað eftir veðurfrøðingunum, sum hava sagt, at veðrið at velja er nógv betur nú fyrrapartin, enn tað fer at vera seinni í dag.
Jens Kr. Vang tók myndirnar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald