Uttanlands

Nærum helvtin av fólkatingsumboðunum eru kvinnur

Metnógvar kvinnur vórðu valdar á Fólkating týsdagin

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2026-03-26 12:47 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Týsdagin vórðu 86 kvinnuligir politikarar valdir á Fólkating.

Hetta svarar til 48 prosent av teimum 179 umboðunum, sum vórðu vald, og so jøvn hevur kynsumboðanin á Fólkatingi ongantíð verið áður.

Gamla metið varð sett í 2022, tá 76 kvinnur vórðu valdar - 43,4 prosent av teimum valdu.

Av teimum 179 valdu umboðunum eiga danir 175, meðan Føroyar og Grønland hava tvey umboð í part.

Sambært Ritzau stillaðu 933 valevni upp týsdagin, harav 368 - 39,4 prosent - vóru kvinnur.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder