Seinastu tingskeiðið var Eysturoyggin av álvara undirumboðað í mun til fólkatal. Serliga í mun til upprunaliga talið av valdum í mun til bústað (3 av 33). Hetta hevur verið ein tendensur, síðani farið var yvir til eitt valdømi.
- Tað var ein katastrofa, vísir Alfred Olsen á.
Portalurin og FM hitti fyrrverandi Sambandspolitikkarin á valstaðnum á Toftum. Har vísti hann á, at tað er vorið sentralisera nú, at valevni hugsa meira um seg sjálvi og lokalpolitikk, og at Eysturoyartunnilin merkist á ymiskan hátt.
Valluttøkan í Nes kommunu fyri fyrstu tveir tímarnar var beint undir 20 prosent (19,7). Hetta svarar til 220 av teimum 1.117 við valrætti. Talan er um eina hækkan á nærum fimm prosentstig, í mun til teir báðar fyrstu tímarnar á løgtingsvalinum í 2022.
Á Skála vóru fáir veljarar, júst ta løtuna Portalurin vitjaði. Men Mark Thorleifsson Højgaard, valstýrisformaður, vísti á, at serliga fyrsta tíman vóru nógv fleiri á vali, í mun til undarnfarin løgtingsval.
Samanlagt er ein hækkan á beint yvir seks prosentstig, í mun til seinasta løgtingsval: Higartil hava 20,6 prosent av teimum við valrætti á Skála verið í ítróttarhøllini og sett krossin.
Lurta eftir "Føroyar á vali" á FM1 her
Sí myndir, sum Sverri Egholm
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald