Bókin "Sjókæti (A–OY)", sum Sólrún Michelsen hevur skrivað, og Annika Øyrabø hevur myndprýtt, er ein av 13 bókum, sum er í uppskoti til Barna- og ungdómsbókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins, skrivar norden.org.
Stavraðsmyndabókin, sum Bókadeild Føroya Lærarafelags gav út í fjør, "styrkir og víðkar eitt lítið málsøki við at geva børnum (og vaksnum) eitt ríkt og ítøkiligt orðatilfeingi knýtt at havinum, sum kringsetur oyggjarnar".
– Við stuttum og rytmiskum versum skapar Sólrún Michelsen ein tekst, sum er lættur at lesa hart og torførur at sleppa, stendur m.a. í grundgevingini.
Um myndirnar hjá Anniko Øyrabø verður sagt, at tær eru "litríkar, skeivar og fullar av skemtingarsemi".
Vinnarin av Barna- og ungdómsbókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins verður almannakunngjørdur 20. oktober, og virðislønin, sum er á 300.000 krónur, verður handað í helsinki 27. oktober.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald