Fyrradagin var fólkatingsval, og tá var serligur hátíðardámur í valhølinum í Kollafirði.
Ein stór køka varð sett á borðið, nú Elna Debess hevur sitið í valstýrinum í Kollafirði í samfull 50 ár.
Jóan Petur Hentze, kommunustjóri, legði leiðina framvið og handaði Elnu blómutyssi vegna øll valstýrini í Tórshavnar kommunu, skrivar kommunan.
![]()
(Mynd: Tórshavnar kommuna)
Í dag er valhølið í Kollafirði í húsinum hjá skótaliðnum Túgvuni. Men so hevur ikki altíð verið.
Elna greiðir frá, at tá hon byrjaði, var valið í gamla skúla. Gjøgnum árini hevur valhølið verið ymsastaðni, millum annað í nýggja skúla og nú síðstu árini í skótahølinum.
Áðrenn Kollafjørður gjørdist partur av Tórshavnar kommunu, vóru tvey valstýri í Kollafirði – eitt fyri løgtings- og fólkatingsval og eitt fyri kommunuval. Nú er tað eitt valstýri fyri øll valini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald