Tá klokkan var 17 í Hoyvík høvdu 1.863 fólk greitt atkvøðu.
Hetta svarar yvir 54 prosent av teimum, sum hava valrætt í Hoyvík. Og har telja tey, sum hava greitt brævatkvøðu, ikki við.
Hetta er fyrstu ferð, at løgtingsval er í Hoyvík, og huglagið í Hoyvíkshøllini tykist gott.
Portalurin og FM1 vitjaðu stutt áðrenn og stutt eftir klokkan 17. Tá vóru ógvuliga nógv fólk - millum annað løgmaður Aksel V. Johannesen sum býr í Hoyvík.
Høgni Hoydal var eisini - hann hava vit innslag við um ein tíma
Sí myndir, sum Sverri Egholm tók, niðanfyri:
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald