Innanlands

Rákið: Fólkaflokkurin vinnur umleið tað sama sum Javnaðarflokkurin missir

Higartil hevur Javnaðarflokkurin tó eitt betri val enn væntað, meðan Tjóðveldi í løtuni stendur á 15 prosent. Sambært forsagnunum javnar tað seg tó út millum C og E - og Fólkaflokkurin kann fáa níggju fólk

Bárður á Lakjuni fekk frálík úrslit í Eysturkommunu og í Fuglafirði og er oddafiskur hjá Fólkaflokkin í løtuni (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Bárður á Lakjuni fekk frálík úrslit í Eysturkommunu og í Fuglafirði og er oddafiskur hjá Fólkaflokkin í løtuni (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2026-03-26 21:54 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Nú mangla so at siga bert tey stóru valstøðini, og sambært uppteljingini hjá Kringvarpinum er støðan hendan í løtuni:

[object Object]

Harvið eru tíggju valstøð eftir.

Fólkaflokkurin er greitt á odda, men fær mest sannlíkt ikki eins gott væl, sum fleiri hava spátt. Uppteljingin sigur 28 prosent, men forsøgnin hjá KVF sigur 25,4 prosent. Tað fer at liggja ímillum átta og níggju fólk hjá flokkinum, sum fer at gerast størsti flokkurin.

Sambandsflokkurin liggur upp ímóti 24 prosentum, men forsøgnin sigur beint undir 21 prosent. Eitt betri val enn seinast, men ósannlíkt at tað verður meira enn sejy tingfólk.

Javnaðarflokkurin kann liggja upp ímóti sjey tingfólkum, men nú er rákið, at Javnaðarflokkurin gongur rímiliga nógv aftur á størru valstøðunum. Afturgongdin hjá millum annað Akseli V. Johannesen er týðilig - tó ikki í Suðuroynni har flokkurin verður løntur fyrrenn málið um Suðuroyartunnilin.

Tjóðveldi stendur seg ikki væl í løtuni - liggur beint undir 15 prosentum. Men har kann serliga Havnin bjarga flokkinum, sum eftir øllum at døma fer at liggja á seks tingfólki.

Miðflokkurin er fremst av stóru flokkunum, men afturgongdin er rímiliga stór - í prosentum upp ímóti tveimum. Framsókn gongur eisini aftur, meðan Sjálvstýri í løtuni stendur til at koma inn. Tað kann ríða um snarið, men sambært forsøgnum fer tað at liggja um fýra prosent.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder