Innanlands

Fólkaflokkurin hølvaði hini av á sínum heimabeiti

Fekk beint undir helmingin av atkvøðunum í Klaksvík og liggur til í øllum førum níggju tinglimir. Javnaðarflokkurin stendur fyri stórum falli. Úrslitið hjá Sjálvstýri burdi tryggja pláss á tingi

Beinir Johannesen er komin til Havnar og fær herðaklapp frá Høgna Hoydal (Mynd: Sverri Egholm)

Beinir Johannesen er komin til Havnar og fær herðaklapp frá Høgna Hoydal (Mynd: Sverri Egholm)

2026-03-26 23:08 Author image
Agnar Prestá
placeholder

48,7 prosent. Og nummar tvey fekk 12,9 prosent.

At Fólkaflokkurin fór at vinna stórt í Klaksvík var eingin ivi um - hóast Sjúrður Skaale einsamallur vann á flokkinum á fólkatingsvalinum týsdagin.

Flokkurin fekk beint undir 1.700 atkvøður. Beinir Johannesen var sjálvandi toppskorari við 714 atkvøðum, meðan Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir gekk fram við 132 atkvøðum.

Árni Skaale fekk eisin igott úrslit - tað er tó ikki endaligt, um triðja fólkafloksumboðið úr Klaksvík vinnur inn um tinggátt. Tað veldst um, hvussu nógv Fólkaflokkurin fær inn - og hvussu atkvøðurnar fella til fólkafloksumboðini í Havn.

Javnaðarflokkurin í fríum falli - Eyðgunn Samuelsen kann fella

Stóra afturgongdin í Klaksvík liggur hjá Javnaðarflokkinum. Løgmaður, Aksel V. Johannesen, gongur aftur við 41 atkvøðum í sínum heimbýi, men størst er fallið hjá Eyðgunn Samuelsen.

Forkvinnan í fíggjarnevndini og roynda tingkvinnan gekk aftur við heili 111 atkvøðum. Hon er flutt úr Klaksvík síðani síðsta val, og Eyðgunn Samuelsen liggur í løtuni á markinum

Sjálvstýri stendur seg væl - stendur til at fáa umboðan á tingi.

Sjálvstýri fekk eitt flott úrslit í Klaksvík: 7,6 prosent og ein hækkan á trý og eitt hálvt prosent.

Bæði Sámal Petur í Grund og Sylvia Thomsen fingu omanfyri 100 atkvøður - og omanfyri bæði Anfinn í Toft og Eirikur í Jákupsstovu hjá Tjóðveldi.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder