Úrslitið av løgtingsvalinum í dag var ikki so nógv øðrvísi enn tær veljarakanningar, sum hava verið kunngjørdar undan valinum.
Í mun til seinastu kanningina á Portalinum/FM1 var tað einans Sjálvstýri, sum yvirraskaði. Kanningin hjá spyr.fo gav ikki Sjálvstýri umboðan, men sannleikin var helst tann, at munurin millum Sjálvstýri og triðja umboðið hjá Miðflokkinum var evarska lítil.
Fólkaflokkurin og Beinir Johannesen gjørdist stóri vinnarin av valinum. 9.444 atkvøður og ein framgongd á næstan 8 prosentstig vísti seg at geva 9 tingfólk í nýggja løgtinginum.
Harvið má Beinir Johannesen eisini metast at vera besta boð upp á ein nýggjan løgmann – tann yngsti nakrantíð.
Men einki er tó avgjørt fyrr enn samráðingarnar eru av.
Sambandsflokkurin er næststørstur á tingi. Flokkurin fekk eina lítla framgongd og varðveitir sínar sjey tinglimir.
Javnaðarflokkurin gongur líka nógv aftur, sum Fólkaflokkurin gongur fram. Løgmansflokkurin missir trý tingfólk, og fær seks.
Tjóðveldi varðveitir síni seks tingfólk, tó við eini ávísari útskifting av fólkinum. Tað mest óvæntaða við úrslitinum hjá Tjóðveldi er, at blaðunga Bjørg Brynhildardóttir Egholm gjørdist fyrstvald hjá flokkinum við nógv fleiri persónligum atkvøðum enn Høgni Hoydal og Sirið Stenberg.
Framsókn missir ein sess og fær tvær, Miðflokkurin varðveitir sínar tveir sessir og Sjálvstýri fær ein.
![]()
Bjørg B. Egholm - yngsta tingfólk nakrantíð
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald