35.309 av teimum 39.703 við valrætti á løgtingsvalinum í gjár greiddu atkvøðu.
Hetta svarar til 89,5 prosent.
Tað er 1,4 prosentstig hægri, í mun til seinasta løgtingsval, sum var 8. desember 2022.
Í 2019 var talið 89,8. Hetta valið var ein leygardag.
Sambært almennu hagtølunum fyri valið í gjár vóru 147 blankar, og 75 endaðu ógildgar.
Rákið í størsta partinum av landinum var, at fleiri vóru á vali, enn tað vóru í 2022. Soleiðis var eisini á fólkatingsvalinum týsdagin. Sum heild vísir hetta aftur, at føroyingar eru raskir at fara á val; at nýta sín fólkaræðisligan rætt.
Tøl: KVF og valurslit.fo
Her síggjast tølini - tey samlaðu og frá einstøku valstøðunum
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald