2026-03-27 08:11
Tað hevur verið hált í støðum seinastu tímarnar, og tað hevur havt við sær, at nakrir bilar eru farnir á glið.
Í gjárkvøldið varð eitt hálkuóhapp við Gøtugjógv, og í morgun var eitt við Kollafjørð. Bæði óhappini vóru uttan fólkaskaða.
Løgreglan var eisini úti og kannaði ferðsluna í gjár, og har fingu tveir bilførarar klipp við Kollafjørð.
Tann eini fekk klipp fyri eina ólógliga yvirháling, og hin fyri at koyra 108 kilometrar um tíman hóast mest loyvda ferðin er 80 kilometrar um tíman.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald