Innanlands

10 kvinnur valdar á ting

Í mun til í Danmark, har nærum helvtin av nývaldu fólkatingsmanningini eru kvinnur, stendur kvinnuumboðanin framvegis í stað í Løgtinginum

Av teimum tíggju kvinnunum, sum vórðu valdar á ting í gjár, fekk Bjørg Brynhildardóttir Egholm úr Tjóðveldi flestar atkvøður - 972 (Mynd: Jens Kr. Vang)

Av teimum tíggju kvinnunum, sum vórðu valdar á ting í gjár, fekk Bjørg Brynhildardóttir Egholm úr Tjóðveldi flestar atkvøður - 972 (Mynd: Jens Kr. Vang)

2026-03-27 09:53 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Eftir fólkatingsvalið týsdagin er kynsumboðanin á Fólkatingi nærum jøvn, men so verður ikki á Løgtingi.

Á valinum í gjár vórðu bert tíggju av teimum 33 valdu tinglimunum kvinnur, tað sama sum á seinasta vali.

Kvinnurnar, sum vórðu valdar á ting hesa ferð eru:

  • Elsebeth Mercedis Gunnleysdóttur (A)
  • Eyðdis Harmann Niclasen (B)
  • Sunnvá Dahl Høgfeldt (B)
  • Súsanna Bertholdsen (C)
  • Margit Stórá (C)
  • Bjørg Brynhildardóttir Egholm (E)
  • Sirið Stenberg (E)
  • Liljan Weihe (E)
  • Hervør Pálsdóttir (E)
  • Ruth Vang (F)

Á Fólkatingi eru nú 48 prosent av umboðunum kvinnur, meðan bert 30 prosent av Løgtingsfólkunum eru kvinnur. Hetta kann tó broytast, eftir at nýtt landsstýri er skipað.

Les eisini: Nærum helvtin av fólkatingsumboðunum eru kvinnur

Tey næstu á listanum hjá Fólkaflokkinum, Javnaðarflokkinum Framsókn og Sjálvstýri eru kvinnur, so fáa hesir flokkar umboð í landsstýrinum, koma fleiri kvinnur inn á ting.

Harmast um, at kvinnuumboðanin stendur í stað
Formaðurin í Demokratia, Niels Uni Dam sigur seg harmast um, at metið á 10 kvinnur, sum nú hevur 15 ár á baki, ikki varð sligið í gjár.

– Í einum Føroyum, har okkara ungu flyta burt í alt ov stórum tali, og har serliga kvinnurnar ikki venda aftur, er tørvurin átroðkandi á betri kvinnuumboðan.Tá er hugstoytt at staðfesta, at kvinnuumboðanin enn einaferð stendur í stað, sigur hann við Kringvarpið.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder