Mentan

Grús - Guðrið Hansdóttir við nýggjum staklagi

Lagið snýr seg um hesa kensluna, at vera bangin fyri at liva, at hava strongd og ótta og ikki at klára at liva upp til tær væntingar, sum samfelagið krevur av okkum í dag

2026-03-27 15:31 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Lúrir veruligur vandi undir hvørjum steini, ella er tað einans í tínum høvdi?

Lagið ”Grús” hjá Guðrið Hansdóttir er 3. staklagið av útgávu hennara Sýrublað.

– "Grús" snýr seg um hesa kensluna, at vera bangin fyri at liva, at hava strongd og ótta og ikki at klára at liva upp til tær væntingar, sum samfelagið krevur av okkum í dag: at vera góð foreldur, at hava eina karrieru, at vera figgjarliga væl fyri og jagstranin eftir tí fullkomna lívinum, sigur Guðrið Hansdóttir.

Lagið, sum kann hoyrast niðanfyri,  er ein ráðaleys bøn um at sigra á óttanum og síggja eina vón fyri framman, í eini popp/rokk útseting við energiskum trummum, bass og klaveri, sum høvuðselement.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder