Uttanlands

Iran fekk trý bingjuskip í Hormuzsundinum at venda við

Iran finst at Donald Trump fyri at lúgva um, at sundið var latið uppaftur

Hormuzsundið (Savnsmynd)

Hormuzsundið (Savnsmynd)

2026-03-27 11:35 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Iranska kollveltingarverjan hevur í dag noktað trimum bingjuskipum at sigla gjøgnum Hormuzsundið.

Hósdagin vildi amerikanski forsetin, Donald Trump vera við, at Iran hevði loyvt tíggju tangaskipum at sigla gjøgnum sundið, fyri at vísa, at Iran tekur samráðingar við USA í álvara.

Men hetta er lygn, sigur iranska kollveltingarverjan sambært Ritzau.

– Í morgun eftir lygnum hjá korrupta forsetanum í USA, sum vildi vera við, at Hormuzsundið var latið upp, vórðu trý bingjuskip við ymiskum uppruna biðin um at venda við eftir ávaring frá flotanum hjá kollveltingarverjuni.

Kollveltingarverjan leggur afturat, at tað er bannað at sigla gjøgnum Hormuzsundið til og frá bryggjum hjá stuðlum hjá USA og Ísrael.

Kollveltingarverjan hevur havt ræði á Hormuzsundinum, síðan kríggið í Iran byrjaði 28. februar, og hevur sundið í roynd og veru verið stongt síðan tá orsakað av vandanum fyri álopum.

Umleið ein fimtipartur av allari olju og náttúrugassi í heiminum verður flutt umvegis Hormuzsundið, og hevur kríggið havt við sær vaksandi oljuprísir.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder