Uttanlands

Trump aftur útsett álop á iransk orkuverk

Amerikanski forsetin sigur, at tað er eftir áheitan frá iransku stjórnini, men tað avsanna ónevndar keldur

Amerikanski forsetin, Donald Trump (Mynd: EPA)

Amerikanski forsetin, Donald Trump (Mynd: EPA)

2026-03-27 12:51 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Amerikanski forsetin, Donald Trump hevur enn einaferð útsett hóttan sína um at leypa á iransk orkuverk.

Mánadagin boðaði hann frá, at freistin var útsett í fimm dagar, og í gjárkvøldið boðaði hann frá, at freistin er útsett til mánakvøldið 6. apríl lokala tíð - týsnáttina 7. apríl klokkan eitt føroyska tíð.

Les eisini: Trump útsetir bumbuhóttan móti Iran í fimm dagar

Sambært dagføring á hansara egna sosiala miðli, Truth Social, skrivar Trump, at hetta er eftir áheitan frá iransku stjórnini.

Trump sigur, at samráðingar millum USA og Iran eru í gongd, hóast iranskar keldur hava víst aftur, at talan er um ítøkiligar samráðingar.

At talan ikki er um samráðingar er falstíðindi, sigur amerikanski forsetin.

Ónevndir meklarar siga við amerikanska blaðið The Wall Street Journal, at Iran ikki hevur skotið upp at leingja freistina, og iranar eru heldur ikki komnir við nøkrum svarið til amerikanska friðaruppskotið.

Hvussu nógvar keldur blaðið hevur tosað við er ógreitt, skrivar Ritzau.

Les eisini: Trump: Iransk embætisfólk tora ikki at siga, at tey ynskja eina avtalu

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder