Tað eru nøkur av teimum, ið hava sitið á løgtingi hetta seinasta valskeiðið, sum eru vónsvikin eftir at valúrslitið varð greitt í gjárkvøldið
Tí umframt tey nógvu (tey eru seks í tali), sum ikki stillaðu upp aftur til hetta valið, so eru eisini nøkur markant tingfólk, sum ikki fingu afturval.
Í Javnaðarflokkinum er talan um Eyðgunn Samuelsen og Djóna Nolsoe Joensen og so tey bæði, Kristiannu Winther Poulsen og Hans Jacob Thomsen, ið sótu á tingi sum varafólk fyri landsstýrisfólk.
Eyðgunn Samuelsen hevur sitið á tingi í tríggjar setur, frá 2011 til 2019 og aftur frá 2022 til 2026. Frá 2015 gil 2019 sat hon sum landsstýriskvinna í almannamálum.
Djóni Nolsøe Joensen hevur sitið í tvær tingsetur. Hann var triðvaldur á javnaðarlistanum á løgtingsvalinum i 2022 og varð valdur í landsstýrið at umsita barna- og útbúgvingarmál. Til hetta valið misti hann meira enn helmingin av atkvøðunum hann fekk seinast og endaði á 9. plássi á javnaðarlistanum, beint eftir Eyðgunn Samuelssen.
Í Tjóðveldi fullu Dennis Holm og Annika Olsen.
Annika Olsen og Dennis Holm, mistu bæði sínar tingsessir (Sanvmynd: Jens Kr. Vang)
Dennis Holm stillaði upp á fyrsta sinni til seinasta løgtingsval og varð valdur á ting, og eisini útnevndur til landsstýrismann við fiskivinnu- og samferðslumálum. Hann misti tó henda sessin í februar í fjør.
Annika Olsen sat í tríggjar tingsetur á løgtingi fyri Fólkaflokkin frá 2008 til 2019, harav hon var landsstýriskvinna við innlendismálum frá 2008 til 2011 og við almannamálum frá 2011 til 2015. Hon varð ikki afturvald í 2019, men skifti til Tjóðveldi og kom aftur á ting í 2022.
Eirikur í Jákupsstovu sum hevur sitið sum varamaður á tingi hetta seinasta skeiðið, og eisini eitt skifti sum landsstýrismaður, varð ikki valdur hesaferð, og heldur ikki Erling Eidesgaard, ið hevur sitið í drúgv tíðarkeið sum varamaður.
Karlot Hergeirsson hevur sitið á løgtingi alt hetta valskeiðið sum fyrsti varamaður hjá Framsókn, megnaði heldur ikki at verða valdur hesaferð.
Tey sjey føstu tingfólkini, sum ikki stillaðu uppaftur hesaferð, vóru Magnus Rasmussen og Kaj Leo Holm Johannesen úr Sambandsflokkinum, Ingilín Didriksen Strøm, Uni Holm Johannesen og Henrik Old úr Javnaðarflokkinum, og Bjørt Samuelsen úr Tjóðveldi.
(Kl. 16.19: Í fyrstu útgávuni av hesi greinini tóku vit ikki Djóna Nolsøe Joensen við. Hetta er rættað)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald