Innanlands

Nú eru yngri næmingar eisini vælkomnir í Klubb 188

Nú fer KLUBB 188 aftur at bjóða næmingunum úr 5. flokkunum í Tórshavnar kommunu at koma í ungdómshúsið í Hoyvík

Mynd: Tórshavnar kommuna

Mynd: Tórshavnar kommuna

2019-05-24 16:32 Author image
Ari av Rana
placeholder

Nú fer KLUBB 188 aftur at bjóða næmingunum úr 5. flokkunum í Tórshavnar kommunu at koma í ungdómshúsið í Hoyvík – KLUBB 188. 

Endamálið við innbjóðingini er, at ungdómurin sleppur at uppliva umstøðurnar og tað virksemi, sum verður bjóðað í KLUBB 188, áðrenn tey fáa møguleika at koma í ungdómshúsið eftir summarfrítíðina. 

KLUBB 188 heldur til í somu hølum sum Frítíðarskúlin í Hoyvík. Um kvøldarnar verða hølini broytt, at tey eru meiri innbjóðandi til ung.
Adressan er: Vegurin langi 23, 188 Hoyvík

Í ungdómshúsinum skulu tey ungu kenna seg trygg, hoyrd, sædd og vird. Ymiskleiki og tolsemi eru lyklaorð í málunum og virðunum í KLUBB 188, skrivar Tórshavnar kommuna.

VIRKSEMI SUM NÁMSFRØÐILIGT AMBOÐ

Virksemi í KLUBB 188 eitt námsfrøðiligt tilboð, sum gevur teimum ungu møguleika at menna sínar sosialu, kensluligu, skapandi, mentanarligu og samfelagsligu førleikar. 

Tilboðini stimbra omanfyri nevndu førleikar og birta somuleiðis upp undir felagsskapin millum tey ungu. 

Ungdómshúsið leggur dent á tryggan felagsskap, úr virkseminum kunnu vit m.a. nevna: KLUBBquiz, ymisk spøl, tøkni, prát, hugni, tónleikur, kiosk og ikki minst tryggan sosialan felagsskap, sum hevur stóran týdning fyri ungdómin.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder