Mentan

Supervisjón útgávukonsert og nýggja heildarútgáva

SUPERVISJÓN útgevur nýggja plátu, DEEP LIKE. Fyrst sum fysiska fløgu tann 27. mars og við útgávukonsert í OY sama kvøld kl 21.00. DJ Charlie hitar upp við poetiskum reggae og dub

2026-03-27 14:52 Author image
Innsent
placeholder

Útgávan DEEP LIKE er lítlasystir hjá útgávuni FAST TRAKK frá 2023, sum fekk handað virðislønina 'Ársins Spíri' á FMA tað árið, og varð kosin millum 50 bestu útgávurnar í 2023 av alternativa independent online ritinum Far Out Magazine.

DEEP LIKE er minst líka kompromileys, sum fyrra útgávan. FAST TRAKK handlaði um hvønndagsstress, bobbluplast, pappeskjur og lán. DEEP LIKE er ein teknovegleiðing til vaksin til at standa ímóti bully-atferð og at framdyrka sjálvsumsorgan – og verður útgivin fysiskt á CD komandi fríggjadag og síðani digitalt seinni.

Átta juke/tekno-løg eru á DEEP LIKE við skjóttgangandi basstrummum, breaks, samples og háorku havnartekno eftir Lassa Jæger. Sum nakað serstakt byggja øll løgini á samplingar frá fantastisku jazz-útgávuni 'Brøytingar', sum bólkurin Yggdrasil (v. Kristian Blak og Ole Wich) gav út í 1989.

Samplingarnar eru ein heiður til sjálvt verkið. Men 'Brøytingar' sipar eisini til Broytingar - og nýggja SUPERVISJÓN útgávan er eitt róp um at broyta ágangandi sosiala atferð um til sunn menniskjalig bond.

Elektroniskt bronglaða røddin hjá Lív Mariu Róadóttur Jæger leverar powersetningar til at takla tey, sum brúka bully tactics og mikroaggressiónir í sosialari samveru.


Útgávukonsert verður í OY fríggjakvøldið 27. mars kl. 21.00, har fløgan verður til keyps. DJ charlie hitar upp við poetiskari reggae og dub.


SUPERVISJÓN arbeiðir antikommersielt og við umsorgan fyri einstaklinginum og felagsskapinum tvørtur um video-, tekst- og ljóðinnstallatiónir, poesizinur, plakat/pergament-yrkingar, framførslur og teknotónleik.

SUPERVISJÓN er samstarv millum elektroniska tónasmiðin Lassa Jæger (f. 1984), og yrkjara Lív Mariu Róadóttur Jæger (f. 1981).



placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder